top of page

Klaksvíkar Fimleikafelag nýggja nevnd.

Fyri tveimum vikum síðan varð ársaðalfundur hjá Klaksvíkar Fimleikafelag hildin í skúlastovunum í KÍ-høllini. Trý av okkara nevndarlimum stóðu fyri vali og ynsktu ikki afturval, tí skuldi vit hava trý nýggj í nevndina. Fyrst vilja vit í KF takka, Jóhan, Nikolinu og Jancy fyri teirra stóra arbeiði í nevndini, og vit vilja eisini takka fyri at tey framvegis vilja hjálpa okkum. Tey verða verandi partur av felagnum, sum eykalimir og hjálparfólk. Tey nýggju, sum stillaðu upp vóru, Kári Sólheyg, Joan Finnsdóttir Joensen og Sólrun Larsen. Aftaná aðalfundin skuldi nevndin skipa seg, og sær nevndin nú soleiðis út:

  • Sólrun Larsen, forkvinna

  • Kári Sólheygs, næstformaður

  • Dávið Klein Sundsskarð, kassameistari

  • Jóna Boetius Askham, skrivari

  • Joan Finnsdóttir Joensen, nevndarlimur

Frá vinstru: Dávið Klein Sundsskarð, Sólrun Larsen, Kári Sólheyg, Joan Finnsdóttir Joensen og Jóna Boetius Askham

162 visninger0 kommentarer

Seneste blogindlæg

Se alle

Comments


bottom of page