Fyri okkum í Klaksvíkar Fimleikafelag er tað ein stór gleði at kunna almannakunngera, at vit nú eru komin á mál við fyrireikandi arbeiðnum at leggja tilrættis byggingina av nýggju fimleikarhøllini, og nú er klárt at fara undir sjálva byggitilgongdina.
Hetta seinasta árið ella so hava vit í tøttum samstarvi við borgarstjóra, býráð og býráðsumsiting arbeitt miðvíst við at leggja hesa stóru og spennandi byggiverkætlan tilrættis, og nú eru vit endiliga komin á mál við hesum arbeiði.
Ein byggibólkur við umboðum fyri Klaksvíkar Fimleikafelag, Klaksvíkar kommunu og Fuglark hevur staðið fyri hesum arbeiði, har vit hava tikið hædd fyri øllum teimum ynskjum og tørvi, sum fimleikafelagið hevur, og nú eru vit komin á mál við hesum arbeiði.
Talan er um eina góða loysn, har nýggja fimleikarhøllin kemur at liggja í hjartanum av okkara spennandi ítróttarøki, og har vit saman við øðrum ítróttargreinum koma at gagnnýta felags fasilitetir, so sum skiftingar- og brúsuumstøður, vesir o.s.fr.
Eisini fegnast vit um, at hóast bygningurin kemur at taka nøkur parkeringspláss, so er tað partur av verkætlanini at útvega fleiri nýggj parkeringspláss, so tey verða fleiri í tali eftir hesa byggingina, enn tey eru í dag á økinum.
Vit í Klaksvíkar Fimleikafelag eru takksom fyri tað góða samstarv, vit hava við Klaksvíkar kommunu um hesa verkætlan.
Samstundis er okkum greitt, at nú tað stundar til býráðsval, er tørvur á at kunna alment um hetta arbeiðið, soleiðis at eisini tað komandi býráðið fer at raðfesta hesa fyri okkum altavgerandi verkætlan fyri víðari menning av Klaksvíkar Fimleikafelag.
Vit í Klaksvíkar Fimleikafelag eru ógvuliga uppsett uppá at halda fram við hesi tilgongd nú eftir býráðsvalið og vóna, at vit fara at fáa eitt eins gott samstarv við Klaksvíkar kommunu eftir valið, sum vit hava í løtuni.
Nýggja fimleikarhøllin verður fantastisk – nú er klárt at fara undir byggitilgongdina. Klaksvík, 9. november 2020 Klaksvíkar Fimleikafelag Jóhan E. Heimustovu, formaður
Comments