Melda til úttøkuvenjing til estetiskan fimleik!



Nú ber til at melda seg til úttøkuvenjing til estetiskan fimleik, pinkur árg. 2012, 2013 og 2014.

Tað ger man við at senda ein mail til Klaksvíkar Fimleikarfelag á kf.fimleik@gmail.com. Í mailinum skulu tit viðmerkja navn á barninum, føðidato, og navn á foreldrum, telefonnummar og mail addr.


Úttøku venjingin byrjar hósdagin 19/8 kl 15.30-17.00.


Estetiskur fimleikur er eitt slag av fimleiki, har kropsrørslurnar skulu vera stílfullar og nátúrligar. Dentur verður lagdur á, at tú flótandi skalt flyta teg frá eini rørslu í eina aðra. Talan er um rútmiskar, harmoniskar rørslur, ið krevja nógva styrki og smidleika av fimleikarunum. Tað er samstundis týdningarmikið, at rørslurnar eru ymiskar, men kortini fella lætt í hvørja aðra.

Talan er um eitt kappingarlið, ið fer at luttaka til estetiskar kappingar í Føroyum.


Um tit hava spurningar, so kunnu tit ringja til Nadju á tlf 254481.

43 visninger0 kommentarer

Seneste blogindlæg

Se alle