So er tíðin komin at fáa gongd aftur á felagsliðið.
Í fjør avprøvaðu vit eitt felagslið, undirtøkan var góð og vit hopa uppá enn betri undirtøku hendan veturin.
Ætlanin við felagsliðnum er at tað skal vera pláss til øll, roynd sum óroynd og ung sum gomul. Einasta krav fyri at vera við á liðnum er at man er fyltur 14 ár. Tað er eingin loyna at vit hava tikið íblástur frá Støkk, sum hevur eitt mega kul felagslið, sum vit síggja upp til.
Vónin er at liðið kann blíva eitt lið har fólk koma saman óansæð aldur, kyn og støðið, og har sum vit kunnu hugna okkum og røra okkum saman.
TILMELDING:
Tilmelding fer fram á heimasíðu okkara. Kostnaður fyri at vera við á felagsliðnum er 200 ,-
Beinleiðis leinkja til tilmeldingina: https://www.kff.fo/klub/klaksvikar-fimleikafelag/hold/felagslidid
VENJING:
Áðrenn jólaferiuna venja vit 4 ferðir.
Hósdag, kl. 18.30 - 20.30, hesir dagar:
- 5. nov
- 19. nov
- 3. des
- 17. des