Klaksvíkar fimleikafelag leggur stóran dent á, at øll skulu hava møguleikan at íðka fimleik. Tískil hava vit breiddarfimleik, sum umfatar so at siga allar aldursbólkar og allan tørv, og estetiskan fimleik, sum ein kann koma til úttøku í um ein ynskir at íðka fimleika á einum hægri støðið.
Tá eitt nýtt fimleikaár byrjar, í august-septembur mánaði, hevur íðkarin møguleika at tekna seg til okkurt av breiddarliðunum. Hesi venja einaferð um vikuna fram til árligu fimleikaframsýningina hjá felagnum.
Sum nevnt áður má ein koma til úttøku fyri at kunna íðka estetiskan fimleik, úttøkan plagar at vera um mánaðarskifti mai/juni. Estetisku fimleikarnir luttaka í 5 kappingum í gjøgnum veturin.
Breiddar fimleikurin hevur verið grundarlagið í Klaksvíkar Fimleikafelag, síðan felagið bleiv endurstovna í 1998.
Á breiddarsíðuni gera vit bæði rytmu og amboðsfimleik. Vit hava lið í øllum aldurbólkum við bæði gentum og dreingjum. Harafturat hava vit eitt lið fyri tey børnini, sum hava serligan tørv.
Breiddarfimleikurin heldur til í fimleikahøllini, sum hoyrir til skúlan, men vit vóna at ein nýggj fimleikahøll kemur skjótt, soleiðis at vit kunnu vaksa.
Estetiski fimleikurin hjá okkum er nýggjur, vit byrjaðu veturin 21/22, so man kann siga at vit eru enn nýggj, hóast tað eru vit komin langt og klára okkum væl! Estetiski fimleikurin heldur til í Roykivirkinum.
Kom og íðka fimleik, tað er stuttligt!